Álop á okkara vunnu rættindi
36 fakfeløg samdust fyrrapartin fríggjadagin um at seta tiltøk í verk fyri at mótmæla tí grova álopi, sum landsstýrið ætlar at fremja móti rættinum til fakligt stríð.
Nær og hvørji tiltøk verða sett í verk, verður kunnað um í vikuskiftinum.
Vit leggja dent á, at stríðsstig vera tikin fyri at mótmæla hesum álopi, sum er á veg í løgtingið.
Vit hava álit á, at arbeiðsgevarar og Pedagogfelagið finna eina loysn, um tey ikki vera álopin av løgtinginum.
Meðan samráðingar hava verið á arbeiðsmarknaðinum hevur landsstýrið lagt ráð um, hvussu man við lóg kann blanda seg upp í galdandi reglur um samráðingar á arbeiðsmarknaðinum.
Vit halda, at grova álopið er, at landsstýrið nú ætlar at tvinga úrvald fólk, sum annars eru í lógligum verkfalli aftur til arbeiðis. Og stjórarnir skulu velja, hvør skal í verkfall.
Hetta er at blanda seg upp í tær grundleggjandi reglur, sum eru galdandi í eini samráðingarstøðu.
Tá landsstýrið á henda hátt skúgvar allar avtalaðar reglur og siðvenjur til viks, so kenna vit okkum ikki longur bundin at avtalum um stríðsstig.
Lív og heilsa
Tá landsstýrismaðurin saman við stjóranum á Almannaverkinum brúkar lív og heilsu, sum grundgeving fyri at taka verkfalsrættin frá úrvaldum fólki, er hetta bara eina undanførsla fyri einum skipaðum álopi á lógligt fakfelagsstríð.
Sleppa arbeiðsgevararnir at brúka lív og heilsu sum almenna grundgeving fyri at taka verkfalsrættin frá fakfeløgunum, er spurningurin bara, hvør næsta grundgeving verður.
Vit ásanna, at lív og heilsa ikki skal setast í vanda, men hetta eiga arbeiðsgevarar og fakfeløg at loysa eftir teimum reglum og siðvenjum, sum longu eru galdandi og sum higartil hava verið nøktandi. At leggja í hendurnar á stjóranum á Almannaverkinum at avgera, nær lív og heilsa er í vanda, er ikki í lagi.
Vit halda hetta er eitt sera harðligt og óneyðugt álop, sum landsstýrið nú ætlar at fremja.
Vit halda, at løgtingið skal halda seg frá hesum og lata partarnar brúka tey amboð, sum eru og hava verið galdandi fyri fakligar ósemjur – og sum higartil hava kunnað loyst allar ósemjur.
Fakfeløgini á fundi í Smæruni 18. juni 2021