Stovnanin
Landsfelag Handverkaranna var sett á stovn á Tvøroyri í 22 juli 1998,í hølunum hjá Tvøroyrar Handverkarafelag. Stovnandi feløgini vóru hesi: Havnar Handverkarafelag-Tvøroyrar Handverkarafelag og Vágs Handverkarafelag.Nakað seinni komu Skála Handverkarafelag og Føroya Prentarafelag,sum seinni skifti navn til Grafiska Yrkisfelagið uppí. Hesi feløg umboða baðið handverkarar,serarbeiðarar og lærlingar.
Á stovnandi aðalfundi felagsins,har umboð fyri Vágs Handverkarafelag,Tvøroyrar Handverkarafelag og Havnar Handverkarafelag vóru møtt,var lógaruppskot og uppskot um navn fyri nýggja felagið lagt fram.
Eftir nakað av tosan og evnan,aftur og fram um hesi lógaruppskot,var semja um at samtykkja lóg og navn fyri nýggja landsfelagið, "Landsfelag Handverkaranna",og var tað einmælt samtykt av fundarluttakarunum. Avgjørt var at velja tveir limir fyri hvørt av lokalfeløgunum í nevnd landsfelagsins,hetta í hvussu so er so leingi sum bert trý lokalfeløg eru limir í Landsfelag Handverkaranna. Umframt nevndarlimirnar,var avgjørt at velja trýggjar eykalimir,ein fyri hvørt felagið.Til fyrsta formann Landsfelag Handverkaranna,var Magni Magnussen,formaður í Tvøroyrar Handverkarafelag valdur. Til næstformann var Olgar Mortensen,næstformaður í Vágs Handverkarafelag valdur.
Til nevndarlimir vóru útnevndir: Poul Hammer,formaður Vágs Handverkarafelag,Ásmundur Bærentsen úr Tvøroyrar Handverkarafelag,Eyðfinn Petersen,formaður í Havnar Handverkarafelag og Arni Hádal, ,næstformaður í Havnar Handverkarafelag.
Til eykalimir vóru Martin Øster úr Tvøroyrar Handverkarafelag,Uni Hammer úr Vágs handverkarafelag og Harry Johannesen úr Havnar Handverkarafelag útnevndir at verða.
Eisini var Eyðfinn Petersen valdur til at verða fyrisitari og Árni Hádal til skrivara í Landsfelag Handverkaranna.
Avgjørt var, at nevndarlimirnir sita í eitt tvey ára skeið hvør.
Tó stendur formaðurin fyri vali aftur um eitt ár(1999),-semja verður gjørd millum nevndarlimirnar um hvørjir tveir,umframt formannin,skulu útnevnast av nýggjum aftur á fyrsta regluliga ársaðalfundin Landsfelag Handverkaranna. (kelda gerðabókin).
LFH hevur sáttmálar við
- Føroya Handverkameistarafelag/Føroya Arbeiðsgevarafelag
- Komunala Arbeiðsgevarafelagið/SEV og KOB
- Fíggjarmálaráðið
Tryggjaðir limir pr. 01/10 - 2016
Sveinar: 1.148
Lærlingar: 273
Samlað limatal: 1.421