Gevi Gætur.Ikki galdandi Longur!!!!
Tryggingaravtalan við Betri Pensión farin úr gildi.
Galdandi frá 1 juni 2018 er gjørd avtala um Ískoyti til verðandi tryggingaravtalu.
Aftaná broytingina eru upphæddirnar hesar:
* Útgjald við deyða. kr. 550.000
* Doyr hjúnafelagið/sambúgvi kr. 275.000
* Ávísar brásjúkur (limir) kr. 130.000
* Ávísar brásjúkur (børn) kr. 130.000
* Barnaupphædd til hvørt barnið undir 21 ár kr. 35.000
* Lokaupphædd kr. 100.000
* Gjaldsundantøkutrygging kr. 3.910 (árliga tryggingargjaldið)
* Bólkatryggingin fyri lærlingar fevnir um hesar tryggingar,og tryggingartíðarskeiði er fram til 67 ára aldur.
* Útgjald við deyða kr. 550.000
* Ávísar brásjúkur (limir) kr. 130.000
* Ávísar brásjúkur (børn) kr. 130.000
* Barnaupphædd til hvørt barnið undir 21 ár kr. 130.000
Avsláttarskipan.
Ert tú limur í einum av feløgunum í Landsfelag Handverkaranna,og kemur undir avtaluna við Betri Pensión,verður veittur ein avsláttur í tryggingunum í Betri Trygging,eftir hesum leisti:
Árligt inngjald upp til 10.800,- avsláttur á 10%
Árligt inngjald á 10.800,- ella meira avsláttur á 20%
Treytin fyri at fáa henda avsláttur er,at limurin skrivar undir samtykkisváttan. Vend tær til felagið hesum viðvíkjandi.
Broytist avsláttarskipanin í Betri P/F í sáttmálatíðarskeiðinum,broytist hon eisini fyri limir í omanfyri nevndu feløgum.
Lívstrygging
Tryggingarupphæddin við deyða er kr. 500.000 fyri lim/starvsfólk, áðrenn fylta 67. ár.
Doyr hjúnafelagi/sambúgvi verður útgoldið kr. 250.000 (Hjúnafelagdekningur er tó ikki galdandi fyri lærlingar).
Tryggingarupphæddin við deyða verður útgoldin til næsta avvarðandi, um ikki annað er avtalað. Hugtakið "næsti avvarðandi" fevnir í fyrstu atløgu um hjúnafelagan. Um eingin hjúnafelagi er,verður útgoldið til sambúgva,harnæst lívsarvingar,t.v.s.børnini.
Eru eingir lívsarvingar, verður útgoldið sambært testamenti.Er einki testamenti,verður útgoldið sambært arvalógini.
Er ynski um, at onnur enn omanfyri nevndu fáa tryggingarupphæddina, skal tilskilanarblað útfyllast og latast Betri pensjón, sí www.betri.fo.
Bráðsjúkutrygging
Um limur/starvsfólk fær eina av bráðsjúkunum, ið nevnd er í yvirlitinum niðast á hesi síðu, fær viðkomandi útgoldið eingangsupphædd á kr. 100.000.
Bráðsjúkan skal verða staðfest, áðrenn limurin er fyltur 67 ár.
Hóast útgoldið er vegna bráðsjúku, er tryggjaði framhaldandi fevndur av bráðsjúkutryggingini.
Tó verður ikki goldið út av nýggjum, um sama ella beinleiðis avleidd bráðsjúka vitjar aftur.
Her verður 6 mánaðar reglan í tryggingartreytunum ikki gjørd galdandi.
Møguligt útgjald fyri bráðsjúku verður ikki mótroknað í veitingini við deyða.
Bólkatryggingin fevnir um hesar tryggingar (sveinar):
Hvør er fevndur av tryggingini ?
Tú er fevndur av tryggingini, um tú er undir 67 ár og er limur í:
Havnar Handverkarafelag
Vágs Handverkarafelag
Skála Handverkarafelag
Grafiska Yrkisfelagið ella
Tvøroyrar Handverkarafelag
Nær er tryggingin galdandi?
Tryggingin er galdandi um tú hevur óskerdan arbeiðsførleika, tá tú fær limaskap í felagnum. Ella frá tí degi tú aftur hevur óskerdan arbeiðsførleika.
Nær er tryggingin ikki galdandi?
Tryggingin er ikki galdandi frá tí degi tú sigur upp tín limaskap ella verður strikaður sum limur.
Bólkatryggingin fevnir um hesar tryggingar (sveinar):
Lívstrygging Fram til 67 ár Kr. 500.000
Doyr hjúnafelagi/sambúgvi Kr. 250.000
Bráðsjúkutrygging Fram til 67 ár Kr. 100.000
Børn 28 dagar til 18 ár Kr. 100.000
Barnaupphædd Fram til 67 ár Kr. 20.000
Til børn undir 21 ár
Lokaupphædd Við 67 ára aldur Kr. 100.000
Fram til 67 ár
Gjaldsundantøkutrygging rindar tryggingargjaldið, um arbeiðsførleikin er minkaður við 50% ella meira.
Bólkatryggingin fevnir um hesar tryggingar (lærlingar):
Lívstrygging Fram til 67 ár Kr. 500.000
Bráðsjúkutrygging Fram til 67 ár Kr. 100.000
Børn 28 dagar til 18 ár Kr. 100.000
Bráðsjúka er:
• Krabbasjúkur, blóðkrabbi og lymfukrabbi (lymfom)
• Ávísir góðkynjaðir svullir í heila ella mønu
• Heilabløðing ella blóðtøppur í heilaærð (apopleksi)
• Posi á lívæðr í heilanum (aneurisma) ella vanskaptar æðrar innan í høvuðskálini (AVmalformation)
• Blóðtøppur í hjartanum (akut myokardieinfarkt)
• Hjartaæðraskurðviðgerð vegna kálking í hjartalívæðr (bypass/PCI)
• Kroniskt hjartabrek (svigt) við ógvusligum sjúkuábendingum og niðursettum evnum at virka
• Skurðviðgerð av hjartaloku vegna feil í hjartaloku
• Lívshóttandi órógvaður hjartasláttur, har ICD-eind verður sett í
• Ólekjandi óvirkin nýru
• Størri gøgnfluttningur (organtransplantatión)
• Sjúkur í aorta (høvuðslívæðrini)
• Disseminerað sklerosa (DS)
• Amyotrofisk lateralsklerosa (ALS) ella motorisk neuronsjúka
• Parkinsons sjúka (paralysis agitans, ristilamni)
• Álvarsligt vøddasvinn (Myasthenia gravis)
• Alzheimers sjúka og støðugt versnandi demenssjúkur av sama slagi
• HIV-ígerð av blóðflutningi ella smittu í sambandi við arbeiði
• AIDS
• Blindi
• Deyvleiki
• Munandi brunaskaðar (ambustio)
• Avleiðingar av heilabruna ella bruna í heilaserki (íroknað TBE)