Handverkarar eru ikki verkfallsbrótarar!

01. juni 2024

|

Kristian Eli Brimsvík.

Handverkarar eru ikki verkfallsbrótarar soleiðis sum formaðurin í FA, George F. Hansen og eisini fyrrverðandi forkvinnan Ingeborg Winther í FA rógva uppundir.Handverkarar hava báði rætt og skildu til at røkja tey størv, teir eru vanir við at gerða! Exklusivsáttmálarnir eru fyri fleiri árðum síðani strikaðir og harvið fóru fleiri ásetingar úr gildi,harímillum tvungin limaskapur í ávísum fakfelagi,sum so aftur merkir,at vit hava fakfelagsfrælsi. Handverkarar starvast innan nógv øki,sum fyrr vóru at meta sum økir hjá arbeiðarafeløgum,men soleiðis er ikki longur.Tann tíðin er farðin. Einki fakfelag hevur hevdsrætt til nakað ávíst økið,tíverri! Tá tað er sagt,skal skoytast uppí,at fleiri limir í arbeiðarafeløgum eisini starvast innan sokallaði "handverksøkir" so her gongur báðar vegir.

Skoytast skal uppí,at handverkarar í 2014 gjørdu eina verðuliga roynd,at fáa arbeiðarafeløgini at ganga við til eina semju,sum gekk út uppá,at vit skuldu fara sum ein maður til samráðingar við Vinnuhúsið,um ein lønarkarm.Tað eyðnaðist handverkarafeløgunum til samráðingarnar sama ár,at fáa Vinnuhúsið við uppá hesa atlan okkara. Men hendan atlan okkara datt niðurfyri,takka verði arbeiðarafeløgunum,sum settu so órímulig krøv til handverkararnar fyri einari semju,at hettar var ómøguligt! Tí var tað eyka hugstoytt at hoyra formannin í FA í frustratión yvir sín egna kleyvarskap í kringvarpinum í morgun tøma sína lortaspann niðuryvir handverkarar.Støðan sum arbeiðarafeløgini eru komin í, er sjálvgjørd og kann  m.a tilskrivast FA og formanni tess..Var avtalan í 2014 gjørd,er ógvuliga sannlígt,at henda støðan ikki var íkomin,ella í øllum førði avmarkas.        Soleiðis kann tað ganga,tá mann bara skal hava men einki lata.