Verji tey sum arbeiða og tak smittuvandan í álvara!

17. mars 2020

|

Kristian Eli Brimsvík.

Umráðandi at fylgja boðunum frá heilsumynduleikanum!

Verjið tey sum arbeiða,

Starvsfólk, sum eru til arbeiðis, kenna seg ótrygg, tí nógvir føroyingar taka ikki tilmælini frá heilsumyndugleikunum í álvara. Tað er sera umráðandi, at ØLL virða tilmælini og verja hvørannan

Vinnuhúsið opg fakfeløgini heita á allar føroyingar um at taka tilmælini hjá heilsumyndugleikunum um COVID-19 í allarstørsta álvara.

Tíverri hoyra vit frá starvsfólkum í handlum, at tey kenna seg ótrygg av summum viðskiftafólkum, tí hesi gera gjøldur burtur úr tilmælunum hjá heilsumyndugleikunum. Eisini frættist um fólk, sum fara til handils, hóast tey eru í sóttarhaldi.

Tað er sera umráðandi, at vit øll gera okkara ítarsta at verja hesi fólkini, sum veita beinleiðis tænastur til borgaran – handilsdrongin, kassadamuna, reingerðarfólkið, flogternuna og øll hini, sum syrgja fyri at vit fáa neyðugu vørurnar og tænasturnar.

Við at fylgja vegleiðingunum hjá heilsumyndugleikunum um sóttarhald, reinføri og frástøðu verja vit hvørannan.

Á heimasíðuni  https://corona.fo finnur tú tilmælini hjá heilsumyndugleikunum.