Góð eygleiðing frá Signar í Homrun

28. august 2019

|

Kristian Eli Brimsvík.

Eg fór í handilslæru fyri yvir 27 árum síðani. Lønin var tá, um eg minnist rætt áleið 7.000 kr fyrra árið og áleið 8.000 kr seinna árið. Arbeiddi eg yvirtíð, fekk eg sveinaløn, og eg tók hvønn yvirtíma eg kundi fáa, tí eitt oyðiland havi eg altíð verið :-)

 

Men eg kann ikki lata verða við at undrast yvir neyðarrópini hjá Folkens, yvir væntandi handverkslærlingar. Sleppa undan at rinda skatt, hækkaðan botnfrádrátt og eg skal koma eftir tær.

 

Sambært heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, so fær ein handverkaralærlingur 35% av eini sveinaløn fyrsta árið, sum merkir áleið 8.000 kr um mánaðin við eini 40 tíma arbeiðsviku. Leggur ein fyrstaárslærlingur veruliga 65% minni eftir seg, enn ein sveinur? Eg hugsi ikki.

Kan tað hugsast at orsøkin til at ungfólk ikki tíma í handverkaralæru er, at tit rinda eina so ússaliga og elendiga løn, ið greinsar til bara at verða bílig arbeiðsmegi?

Hvat við at tit bjóða eina rímiliga lærlingaløn?, ja, eina gularót, um tú vilt. Eina løn, ið eggjar ungfólki til at fara í læru.

Eg hugsi bara, at tá ein løn ikki er batnað so mikið sum eitt vet uppá 27 ár, tá hevur man ólukkusáliga lítið at bjóða!

Eg hevði so ikki farið í læru fyri 27 árum síðani, undir hasum treytunum.