FM FYRI HANDVERKSLÆRLINGAR Á TORGINUM í SMS, 28 febr og 1 mars 2019

06. mars 2019

|

Kristian Eli Brimsvík.

Nýggju lærlingar kappaðust um at gerast føroyameistari í ávikavist el, timbur og hárfríðkan.

Uppgávurnar, sum lærlingarnir skuldu gjøgnumføra, vóru sera avbjóðandi, og fingu lærlingarnir stutta tíð til verkið. Hóast hetta megnaðu lærlingarnir at koma sera langt og at fremja nógv og nærlagt arbeiði undir trýsti. Í grundgevingunum søgdu dómararnir at støðið var høgt, og at tað verður spennandi at fylgja hesum lærlingum á teirra yrkisleið.
Vinnararnir av FM fyri handverkslærlingar gjørdust:

El: Rasmus Poulsen, LM Electric

 

Hárfríðkan: Jórun á Gravarbø, Evoke

 

Timbur: Ingmar Dam, Búsetur

 

Hjartaliga til lukku.

 

FM fyri handverkslælingar varð fyriskipað av Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, Yrkisdeplinum og Tórshavnar Kommunu.