Tryggingin vorðin betri

11. juni 2018

|

Kristian Eli Brimsvík.

Umráðandi at tryggingar eru dagførdar.

Nýggja avtalan, sum umfatar øll 5 feløgini í LFH, hevur við sær,at tryggingarupphæddirnar hjá limunum í hesum feløgum eru hækkaðar.

Betraða avtalan er galdandi fyri bæði sveinar,serarbeiðarar og lærlingar og umfatar bæði verðandi og komandi limir.

Eisini gevur nýggja avtalan limun atgongd til aðrar ágóðar og fyrimunir.

Feløgini í Landsfelag Handverkaranna (LFH) eru Havnar Handverkarafelag,Skála Handverkarafelag,Tvøroyrar Handverkarafelag,Vágs Handverkarafelag og Grafiska Yrkisfelagið.

Umráðandi er, at limir eru væl tryggjaðir,og tí verða tryggingarnar  javnan endurskoðaðar.

Nýggja avtalan,sum er galdandi frá 1. juni 2018 er gjørd innanfyri verðandi karmar og ávirkar ikki tryggingar inngjaldi hjá limunum.