Sjúkragrunnur

Sjúkragrunnur

Reglugerð

1.
Navn grunsins er “Stuðul”

Ognarar grunsins eru Skála Skipasmiðja, Byggiservice, El-Service, Henning Hansen og Skála Handverkarafelag.

Heimstaður grunsins er Skála.

2.
Limir Skála Handverkarafelags hava, tá sjúka kemur á, rætt til dagpening úr sjúkragrunninum sum ískoyti fyri mista inntøku.

Stk. 2. Treytirnar fyri rætt til hesa hjálp eru:

a) at viðkomandi er virkandi limur í Skála Handverkarafelagi.
b) at felagsgjaldið er goldið.
c) at viðkomandi er ella hevur verið í vinnu hjá handverksmeistara, sum letur gjald til grunnin.

3.
Rætturin til dagpeningahjálp er treytaður av, at viðkomandi innan fyri seinastu 4 vikurnar, áðrenn sjúkan er ákomin, hevur í minsta lagi 40 tíma arbeiði hjá handverksmeistara.
a) sambært frítíðarlóg nr. 37 frá 3. mai 1957 telur feriutíðin ikki við her.
b) undir verkfalli og lockout fellur rætturin til dagpening burtur.
Stk. 2. Um tað innan felagsins øki eru arbeiðsgreinir, hvar stuttir arbeiðssteðgir (periodir) gera seg galdandi, kann nevndin víkja frá teimum í stk. 1 nevndu reglum.

4.
Dagpeningahjálpin við fult óarbeiðsføri vegna sjúku verður at áseta av nevndini fyri grunnin fyri eitt ár í senn. Nevndin tekur eisini avgerð um, hvat uppihaldarar og ikki uppihaldarar skulu hava í peningahædd úr sjúkragrunninum. Hin útgoldna dagpeningahjálpin má tó ongantíð fara upp um 80% av tí, sum viðkomandi hevur í vanligari dagløn, áðrenn hann gjørdist sjúkur.

Stk 2. Dagpeningahjálpin verður ikki latin (givin) í niðanfyri nevndu førum:

a) tá sjúkan er av tílíkum slag, at hon kemur undir tryggingarlógina.
b) tá tann sjúki sjálvur við vilja ella við grovum gáloysni hevur valdað sær sjúkuna.
c) tá óarbeiðsføri skyldast drykkjuskapi.
d) dagpeningahjálp verður ikki at gjalda fyri teir við lóg fyriskipaðu frídagar.
e) dagpeningahjálp verður ikki at gjalda í feriutíðini (30 arbeiðsdagar).
f) um nú lógirnar frá almennari síðu verða broyttar og soleiðis ikki koma at samsvara teimum í hesari reglugerð uppsettu reglum, verða hesar at broyta soleiðis, at tær altíð samsvara almennari lóggávu.

5.
Dagpeningahjálpin tekur við frá og við 1. sjúkradegnum.

Dagpeningur verður goldin fyri 5 dagar um vikuna.

Dagpeningahjálpin verður tó bert útgoldin í tí føri, har Almannastovan letur dagpening. Útgjaldingin verður at falla í fyrstkomandi viku eftir fyrstu útgjalding frá dagpeningaskipanini.

6.
Umsókn til Almannastovuna skal verða innkomin til Almannastovuna áðrenn 12 dagar.

7.
Fingin dagpeningur kann verða kravdur afturgoldin, um viðkomandi á annan hátt fær samsýning fyri mista inntøku.

Stk. 2. Um so er, at onkur á svikaligum grundarlagi hevur útvegað sær dagpening, missir hann rættin til hjálp fyri ta tíð, sum eftir er av gjaldsskeiðnum, og órættvíst útgoldin hjálp skal verða endurgoldin. Í slíkum føri kann stýrið fyri grunnin taka avgerð um at sýta viðkomandi rætt til dagpeningahjálp í eitt nærri tilskilað tíðarskeið, sum tó ikki má fara upp um 2 ár.

8.
Dagpeningur verður útgoldin úr grunninum, hvørs inntøka er tann peningur, sum handverkarar og handverksmeistarar gjalda í hann, og peningur, sum á annan hátt fellur til grunnin.

Skyldur grunsins at veita dagpening røkka bert so leingi, grunnurin hevur tøkan pening.

Stk. 2. Gjald handverkarana til grunnin er 15 oyru av hvørjum tíma, sum lønin er fingin fyri, og gjald handverksmeistarana er 30 oyru av hvørjum tíma, sum løn er goldin fyri til handverkara.

Stk. 3. Handverksmeistarin hevur skyldu at føra gjald handverkarana hvørja viku.

Stk. 4. Handsverksmeistarin hevur skyldu til innan 10 dagar í hvørjum hálvári at lata til grunnin yvirlit yvir navn og tímatal hjá hvørjum einstøkum handverkara, sum hevur verið í arbeiði í hálvárinum frammanundan.

Saman við yvirlitinum skal handverksmeistarin gjalda sítt og handverkarana gjald til grunnin.

9.
Til at stjórna grunninum verður vald ein trímannanevnd. Hon skal hava umsitingina av grunninum um hendi og taka sær av ivamálum viðvíkjandi umsitingini og tílíkum málum, sum annars koma undir grunnin.

Handverksmeistararnir velja ein lim og handverkarafelagið velur ein lim, meðan tann triði verður valdur av teimum báðum, ið feløgini hava valt.

Um teir, ið feløgini hava valt, ikki eru samdir um triðja mann, verður at heita á sýslumannin í Eysturoy at útnevna henda.

Stýrið verður valt fyri 3 ár í senn.

Stk. 2. Inngjald til grunnin verður avtrekt og flutt á konto sjúkragrunsins í Føroya Banka her.

Stk. 3. Inngjalding av hjaldi til grunnin eins og útgjalding av dagpeningahjálp verður at ganga á konto sjúkragrunsins.

Stk. 4. Í ivamálum kann stýri grunsins taka sær sakkøna hjálp, ið verður lønt av inntøku grunsins.

Stk. 5. Umsitingarútreiðslur grunsins og samsýning til stýrislimir, ið skulu verða góðkendar av feløgunum, verða goldnar av inntøkum grunsins.

10.
Roknskaparár grunsins gongur frá 1. januar til 31. desember, fyrstu ferð frá 1. januar 1974 til 31. desember 1974.

Stk. 2. Grannskoðaður roknskapur skal verða framlagdur á árligum aðalfundi hjá feløgunum.

11.
Henda reglugerð kann verða broytt, um stýrið fyri grunnin heldur tað vera neyðugt, men broytingar skulu verða lagdar fyri feløgini til góðkenningar.

12.
Um tað frá almennari ella aðrari síðu verður skipað fyri sjúkrahjálp, ið ger hendan grunnin óneyðugan, verður hann tá at taka av.

Stk. 2. Grunnurin heldur tá uppat at virka við fjórðingsenda, ið skal lýsast í almennum lýsingarblaði. Ognir grunsins verða uppgjørdar og mega tá ongantíð falla aftur til feløgini sjálv, men verða latnar til eitt tá ávíst gott endamál, ið feløgini verða samd um.

Stovnaður 1. juni 1973 av SKÁLA SKIPASMIÐJU og SKÁLA HANDVERKARAFELAG.

Soleiðis broyttar 1. juli 1988

SKÁLA SKIPASMIÐJA:
Kristin Rasmussen

P/F BYGGISERVICE:
Kaj Olsen

P/F EL-SERVICE:
John Eli Olsen

HENNING HANSEN

SKÁLA HANDVERKARAFELAG:
Sylverius Jacobsen, form. Jóanis Thomsen, næstform. Asaf Olsen, Leif Olsen, & Poul Øregaard.