Søga

Søga felagsins

Jørgen Thomsen (1927-1995) var tann, sum reisti máli um stovnan av handverkarafelag á Skála, og varð eisini valdur í fyrstu stjórnina í felagnum.

Jørgen var føddur í Syðrugøtu í 1927. Foreldrini vóru Sára M. úr Syðrugøtu og Hans J. Thomsen av Eiði. Jørgen var valdur á Ting fyri Javnaðarflokkin í Eysturoynni í 1978 og var tingmaður til 1994.

Løgtingsformaður var hann 1990-1991, og varð valdur í bygdaráðið á Skála 1958-62 og 1966-70. Jørgen var sjómaður í fleiri ár, tekniskur leiðari á Nordafar í Grønlandi 1959-64, og var arbeiðsformaður á Skála skipasmiðju 1965-1979. Hann andaðist í 1995.

Skála Arbeiðsmannafelag

Jørgen Thomsen hevur greitt soleiðis frá fyrstu tíðini hjá Skála Handverkarafelag: Eg var formaður í Skála Arbeiðsmannafelag, og av hesum felag var eg eisini útnevndur til nevndarlim í Føroya Arbeiðarafelag. Hetta er um tað mundið, tá farið varð undir at byggja stálskip her á Skipasmiðjuni.

Kallaði til fundar

Áðrenn tað hevði lítið verið at tykist við. Um sumrarnar starvaðist eg í Grønlandi, og tá ið eg um heystið í 1960 kom heim aftur til Føroya, søkti Tórshavnar Skipasmiðja eftir sveisarum. Eg søkti og fekk arbeiði, og mundi eg arbeiða einar tríggjar mánaðir har.

Men eg merkti rættuliga skjótt, at tað var óheppið, at eg ikki var limur í nøkrum handverkarafelag, og tí tók eg stig til at kalla saman til fundar her á Skála um at stovna eitt handverkarafelag.

Havnar Handverkarafelag

Eg hevði fingið Alfred Hofgaard, sum var formaður í Havnar Handverkarafelag, at koma við á fundin at greiða frá ymiskum í sambandi við stovnanina av slíkum felag. Ein deild hevði verið undir Føroya Arbeiðarafelag, sum skuldi verja áhugamálini hjá handverkarum. Men hendan deildin bert minkaði, við tað at handverkarafeløg so við og við verða stovnað runt um í landinum.

Arbeiðsgevararnir bangnir

Og tá ið kallað varð saman til fundar í 1961, arbeiddu longu fleiri mans her sum handverkarar, tó uttan nakað sveinaprógv.

Hesin trupulleikin varð loystur á tann hátt, at sett varð ein freist, har tú so kundi gerast limur við váttan frá arbeiðsgevara, at tú hevði starvast sum handverkari. Felagið møtti ikki nakrari vælvild í fyrstani. Tað tyktist, sum um arbeiðsgevararnir vóru bangnir fyri, at ólag fór at koma í býtið av arbeiðinum millum arbeiðara og handverkara, og tí gekst eisini sera trupult at fáa ein sáttmála í lag við Skála Skipasmiðju.

Lýsing í Útvarpinum í 1964 Á einum aðalfundi tann 8. januar 1964 varð viðtikið at lýsa í Útvarpinum, at var eingin skrivlig játtan um gerð av sáttmála komin frá Skála Skipasmiðju innan 9. januar á middegi, so skuldi verkfall lýsast at verða 10. januar.

Tá ið hendan lýsingin hevði verið í Útvarpinum, kom rættilig gongd á, tí nú ringdi Evald Kjølbro út higar fyri at spyrja, hvat var á vási.

Fundur og sáttmáli

Tosað hevði ongantíð verið við hann, bert við Sofus Thomsen, sum var deildarleiðari á Skipasmiðjuni, sum P/F J.F. Kjølbro tá átti.

Evald avtalar við stjórnina um at møtast til fundar í Havn. Hetta varð so gjørt. Fyri P/F J.F. Kjølbro møttu Evald Kjølbro og J. Mikkelsen. Á hesum fundinum varð samtykt at gera ein sáttmála millum partarnar.

Eingin ósemja

Eingin ósemja var um stovnanina. Ein grundin var kanska tann, at ein av stovnarunum av Handverkarafelagnum og formaðurin í Arbeiðsmannafelagnum var ein og sami maður (blst. Jørgen Thomsen), sostatt komu teir skjótt ásamt.

Jørgin Bech fyrsti formaðurin

Jørgin Bech gjørdist fyrsti formaður í felagnum, og var tað í heili 14 ár. Hann hevur greitt soleiðis frá, hvussu tað var, tá felagið varð stovnað: “Undirtøkan var sera góð at fáa felagið sett á stovn, og tað var heldur eingin ósemja við Arbeiðsmannafelagið, sum nú misti rættiliga nógvar limir."

Trupult at fáa viðurkenning

Tað gjørdist heldur trupult at fáa eina viðurkenning frá arbeiðsgevarunum, sum í hesum føri var Skála Skipasmiðja við Sofus Thomsen sum deildarleiðara, og var grundgevingin hjá Sofus tann, at hetta var í einum sáttmálaskeiði, og sáttmálin var eisini góðkendur av Føroya Arbeiðsgevarafelag, har Skála Skipasmiðja eisini var limur í, og hann metti, at hann sjálvur kundi fáa trupulleikar av hesum. Sofus Thomsen helt eisini, at tað kundi verða ein tvídráttur millum handverkarar og arbeiðsmenn, við tað at tað ikki altíð var so lætt at siga, hvat arbeiði handverkararnir áttu at gera, og hvat arbeiði arbeiðsmenninir áttu at gera, og hann vísti eisini á ein gerðarrætt, sum varð dømdur í tráð við hetta sama millum Arbeiðsgevarafelagið og Skipasmiðjuna.

Skála Skipasmiðja var eisini limur í Føroya Handverksmeistarafelag.

Mogens Birch og Leif Waagstein Tað varð hildið á fram við at royna at fáa ein sáttmála í lag. Millum annað heitti felagið á Mogens Birch, landsrættarsakførara, og í juni 1963 byrjar eitt brævasamband millum hann og Leif Waagstein, landsrættarsakførara, sum umboðaði Skipasmiðjuna. Og 15. februar 1964 verður so fyrsti sáttmálin millum báðar partarnar undirskrivaður. Men hann er bert í gildi til 1. mai sama ár.

Bók um felagið

Í 1986 gav Skála Handverkarafelag út bók um felagið. Har verður m.a. sagt soleiðis: 25 ár er eingin aldur, heldur ikki hjá einum felagi, men nevndin helt tað ikki vera heilt burtur við at steðga á og líta aftur um bak at vita, hvat fram er farið hesi 25 árini.

Heitt var á Oluf Djurhuus um at skriva tekstin, og játtaði hann, áðrenn hálvtalað orð.

25 ár og 160 virknir limir

Hesi 25 árini (1961-1986) eru gott og væl 500 handverkarar vorðnir limir í felagnum, og av teimum eru umleið 160 virknir í dag. Allur limalistin er prentaður aftast í hesum minningarriti. Har er eisini prentaður orðarætt – við málsligum villum – felagsins fyrsti sáttmáli.

Bátasmiðurin Skála Páll

Sjálvt um felagið er ungt, so er handverkið her í bygdini gamalt, og vit vita um nógvar hegnismenn. Kendastur er kanska Skála-Páll, sum livdi í seinnu helvt av 17. øld ella um 1700. Hann varð skrivaður Poul Poulsen ella Pol Smid og var bóndi á Ytra Skála.
Hann varð hildin at vera besti bátasmiður í sínari tíð.

Ansa eftir skipum Nevnast kann, at tá ið Niels Zachariasen av Eiði 1698 fekk til uppgávu at ansa eftir skipum, ið komu undir oyggjarnar, var skilað til í reglunum, hann hevði at ganga eftir, at lata Poul i Skaale gera 10-mannafarið, ið nýtt skuldi verða til vaktartænastuna.

Um Skála-Páll sigst annars, at hann hevði ásett sær ikki at smíða fleiri bátar, enn dagar vóru í árinum. Tá ið hann tí steðgaði við talið 365, rann honum til hugs, at fjórða hvørt ár var leypár og hevði 366 dagar, og gjørdi hann tí ein hálvan bát afturat.

Hansara hegni lutaðist í arv til mangar eftirkomarar í ætt hansara, ikki minst til langabbasonin Nólsoyar-Páll.

Eingin heppin loysn

Áðrenn hetta felag varð stovnað, vóru handverkararnir limir í Skála Arbeiðsmannafelag, men hetta var eingin heppin loysn, hvørki fyri handverkarar ella arbeiðsmenninar, við tað at áhugamálini liggja rættiliga langt frá hvørjum øðrum.

Og óivað hevur nógv verið tosað um at stovna eitt felag millum handverkarar her á Skála, ella kanska eina mest millum handverkararnar á Skála Skipasmiðju. Fyrsti fundurin Og leygardagin tann 21. apríl varð so kallað saman til fundar at stovna Handverkarafelagið. Ein fundur hevði verið frammanundan, har menn samdust um at velja eina fyribilsnevnd, og hevði hon gjørt fyrireikingar til fundin tann 21. apríl.

Jørgen Bech var valdur til formann í fyribilsnevndini, og á fundinum 21. apríl beyð hann fundarfólkinum vælkomnum.

Dánial Jacobsen varð valdur til orðstýrara. Síðani las Jørgin Bech eitt lógaruppskot upp, sum samsvaraði nógv við lógina hjá Havnar Handverkarafelag, men tó við ymiskum broytingum. Atkvøtt varð síðani um uppskotið, og varð tað einmælt samtykt.

Fyrsta nevndin

Síðani helt fundurin áfram, og biðið varð um uppskot til nevnd. Nevndin koma at síggja soleiðis út: Jørgin Bech, formaður, Petur Pauli Mikkelsen, næstformaður, Kristian Rasmusen, Jóannes Sørensen og Jørgen Thomsen. Sum tiltakslimir vóru Alfred Christiansen og Tummas Lassen valdir.

Teir ið stovnaðu felagið

  • Jørgin Bech
  • Alfred Christriansen
  • Poul Johs. Durhuus
  • Dánial Jacobsen
  • Andreas S. Joensen
  • Johannes Joensen
  • Sidonius Joensen
  • Tóroddur Kallsoy
  • Tummas Lassen
  • Petur Pauli Mikkelsen
  • Emil Olsen
  • Petur Olsen
  • Poul A. Poulsen
  • Einar Rasmusen
  • Petur Rasmusen
  • Jóannes Sørensen
  • Jørgen Thomsen

Allir búsitandi á Skála.