FM KAPPING FYRI HANDVERKSLÆRLINGAR

25. september 2017

|

Kristian Eli Brimsvík.

Tann 5. og 6. oktober verður FM fyri handverkslærlingar á torginum í SMS. Endamálið við kappingini er, umframt at finna føroya bestu lærlingar, at varpa ljós á yrkisútbúgvingar. Tað verða lærlingar innan timbur, rørsmíð og hárfríðkan, sum fara at kappast um at gerast føroyameistari. Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri tílíkari kapping og fyriskipararnir ynskja at vísa tað góða handverkið fram, og soleiðis fremja hugin hjá teimum ungu at velja sær yrkisútbúgvingarvegin sum yrkisleið.