Verkfalsgrunnur

Verkfalsgrunnurin

Viðtøkur

§ 1.
Navn grunsins er Verkfalsgrunnur Skála Handverkarafelag.

§ 2.
Endamál grunsins er at veita limunum í Skála Handverkarafelag hjálp í samband við verkfall ella arbeiðssteðg í samband við lønartrætur.

§ 3.
Fíggjarliga støðan undir grunninum er:

a) Játtan upp á kr. 200.000 frá Skála Handverkarafelag, sambært samtykt á aðalfundi tann 12. februar 1978,
b) 2/5 av samlaða limagjaldinum til Skála Handverkarafelag á hvørjum ári, tá frátrekt er allar útreiðslur.

§ 4.
Grunnurin verður stjórnaður av stjórnini í Skála Handverkarafelag. Kassameistari felagsins er samstundis kassameistari grunsins og galda fyri virki hansara tær reglur, sum ásettar eru í felagslógini.

Nevndin stendur aðalfundinum til svars fyri raksturin av grunninum. Allar avgerðir grunninum viðvíkjandi verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta sambært grein 34 í lógunum. Til útgjaldingar av peningi grunsins krevst tó samtykt og undirskrift frá trimum stjórnarlimum.

§ 5.
Peningogn grunsins verður sett inn á konto í einum ella fleiri av teimum føroysku peningastovnunum. Tá peningaogn grunsins er komin upp á kr. 2.000.000 (tvær milliónir krónur), verður fyribils ikki settur meira peningur í grunnin, uttan so at nevndin sambært endamálsgrein felagsins metir hetta vera neyðugt.

§ 6.
Í samband við verkfall ella arbeiðssteðg í samband við lønartrætur fáa teir limir felagsins, sum taka lut í tiltakinum, útgoldnan pening úr grunninum eftir hesum reglum: Treytin fyri at fáa stuðul, er at ein limur hevur: a) arbeitt sum handverkari minst 200 (tveyhundrað) tímar í teir seinastu tveir mánaðirnar innan arbeiðssteðgurin ella verkfallið verður sett í verk.

b) ikki uppihaldarar fáa 75% av upphæddini, ein uppihaldari hevur rætt til. Uppihaldari er ein, sum sambært galdandi skattalóggávu gongur undir hesum heiti.

c) fyrstu vikuna verður einki útgoldið. Aðru vikuna verður útgoldið 75% av vanligari vikuløn hjá viðkomandi limi. Triðju vikuna verður útgoldið 65% av vanligari vikuløn hjá viðkomandi limi. Fjórðu og fylgjandi vikur verður útgoldið 55% av vanligari vikuløn hjá viðkomandi limi.

§ 7.
Limirnir eiga ikki rætt til útgjalding úr grunninum í samband við útmelding úr felagnum.

§ 8.
Fyri grunnin verður førdur serstakur roknskapur. Roknskaparárið er álmanakkaárið. Fyrsta roknskaparárið gongur frá 1. oktober 1978 til 31. desember 1978.

§ 9.
Grannskoðari felagsins er samstundis grannskoðari grunsins. Fyri grannskoðanina galda reglurnar í felagslógini.

§ 10.
Tann grannskoðaði ársroknskapurin verður lagdur til góðkenningar á ársaðalfundi felagsins.

§ 11.
Avgerðir um avtøku grunninum verður tikin á aðalfundi. Spurningurin um avtøku má verða tilskilaður á dagsskránni fyri fundin.

Til avtøku krevst, at í minsta lagi 2/3 av teimum møttu limunum greiða atkvøðu fyri og at hesir limir telja í minsta lagi 50% av øllum felagslimunum. Eru ikki nóg nógvir limir møttir til at samtykkja avtøku, verður kallað saman til nýggjan aðalfund, ið verður at halda innan 14 dagar. Hesin seinni fundurin er viðtøkuførur tá minst 2/3 av teimum møttu limunum greiða atkvøðu fyri.

Soleiðis viðtikið á eykaaðalfundi Skála Handverksfelags, tann 20/11-1978.

Reinhold Rasmussen Asaf Olsen
Tróndur Poulsen Sidonius Joensen
Jens Petur Jensen