Lóg felagsins

LÓG FELAGSINS


§ 1. Navn
Navn felagsins er Skála Handverkarafelag

§ 2. Endamál
Endamál felagsins er at tryggja limirnar og stuðla teimum í øllum viðurskiftum: fíggjarligum og mentunarligum.

§ 3. Limaskapur
Rætt til at gerast limur hevur hvør føroyingur, ið á niðanfyri nevnda hátt kann prógva, at hann er handverkari:
1. Hevur lokið sveinaprógv ella fingið lærubræv.

§ 4. Innliman
Við innliman skal verða greitt frá fylgjandi: yrki, fullum navni, føðingarstaði, -ári og –degi.

§ 5.
Rætt til at gerast limur hevur hvør útlendskur handverkari, sum annars fylgir teimum treytum, felagið áleggur, um so er at felagspappír hansara frá útlandinum eru í lagi.

§ 6. Útliman
Útliman skal vera skrivlig. Um limur ætlar at fara burtur at arbeiða, skal verða sagt frá.

§ 7. Limarættindi
Hvør limur, ið fylgir teim treytum, henda lóg ásetur, og annars ikki mótarbeiðir felagnum, hevur eisini øll tey rættindi, henda lóg gevur, t.d. talurætt, atkvøðurætt.

§ 8. Trímannanevnd
Hvør einstøk arbeiðsgrein hevur rætt til at velja eina trímannanevnd at umboða seg. Um einhvør grein ikki nýtir henda rætt, kann felagsnevndin útnevna 3. menn úr hesi grein, um átrokandi grund er fyri tí. Hesar 3-mannanevndir eru tó bert ráðgevandi.

§ 9. Lærlingar
Lærlingar hava rætt til at koma á allar fundir felagsins og hava talurætt, men ikki atkvøðurætt. Hetta er eisini galdandi fyri menn, ið fara so seint í læru, at borgarlig lóg ikki krevur, at teir hava lærusáttmála.

§ 10. Limaskyldur
Limur skal fyglja øllum lógum, reglum og sáttmálum felagsins. Hann má ikki arbeiða saman við óskipaðum handverkara ella saman við handverkara, ið er skipaður í felagsskapi, sum ikki er góðkendur av felagnum. Hann skal halda uppat at areiða, tá felagsstjórnin krevur tað.

§ 11. Brot á lóg
Brýtur limur lóg, reglur ella sáttmálar hjá felagnum, skal felagsstjórnin taka sær av hesum í fyrstu syftu. Hevur hann ikki goldið limagjald til ásettu tíð, skal kassameistarin geva honum skrivliga ávaring við 14 daga fresti. Gevur hann ikki hesum ans, kann hann strika hann úr felagnum, tó skal limurin fáa høvi at verja støðu sína.

§ 12. Sjúka
Kann limur ávísa sjúku ella onnur forføll, skal verða sagt frá til stjórnina, er hon ikki før fyri at greiða spurningin, skal felagsfundur taka støðu.

§ 13. 
Verður limur koyrdur úr felagnum, kann hann ikki verða uppafturtikin uttan játtan frá aðalfundi ella eykaaðalfundi. Um tað kann prógvast at limur hevur verið í støðugum arbeiði hesa tíðina, hann ikki hevur goldið limagjaldið, verður hann sektaður – um hann verður innlimaður av nýggjum – og skal gjalda alt limagjald, ið hann hevur svikið.

§ 14.
Um limur kann prógva, at hann hevur siglt, skulu stjórnirnar fyri handverkarafelagið og maskinmeistarafelagið taka støðu.

§ 15.
Í stjórnini eru 5 limir, formaður, næstformaður og tríggir vanligir stjórnarlimir. Síðani verða valdir tiltaksmenn og grannskoðarar. Nevndin skipar seg sjálv.

§ 16.
Formaðurin hevur ábyrgdina fyri, hvussu stjórnin arbeiðir. Hann boðar til stjórnarfund, tá hann heldur tað vera neyðugt, tó í minsta lagi 2. ferð um árið, ella tá ið 2 av stjórnarlimunum ynskja tað. Formaðurin stýrir stjórnarfundunum.

§ 17.
Næstformaðurin skal – tá ið formaðurin ikki kann verða hjástaddur – taka sær av hansara arbeiði.

§ 18.
Skrivarin skal føra fundarbøkur, eina fyri stjórnarfundirnar og eina fyri felagsfundirnar. Hesar bøkur skulu hava undirskrivt formansins og teirra stjórnarlima, sum eru hjá hvønn einstakan fund. Síðan skal skrivarin taka sær av øllum brævaskifti felagsins.

§ 19.
Brøvini, skal formaðurin, ella næstformaðurin undirskriva, og skrivarin seta sítt merki við.
Undan hvørjum aðalfundi skal hann skriva stutta og greiða lýsing av arbeiðinum í farna árinum.

§ 20.
Kassameistarin skal føra roknskap felagsins og halda greitt skil á limunum við kortum til hvønn einstakan lim. Hann skal røkja uppkrevjing av limagjaldi, annaðhvørt sjálvur ella við bidnari hjálp. Hann skal gjalda allar rokningar, sum koma til felagið, og sum formaðurin hevur váttað. Annars skulu øll peningaskjøl verða undirritaði av formanninum og kassameistaranum í felag ella av 2 stjórnarlimum ístaðin fyri formannin. Hann skal til hvønn ársaðalfund gera upp roknskap felagsins, soleiðis at hann eftir at vera grannskoðaður, kann liggja frammi á ársaðalfundi.

§ 21.
Størri avgerðir í peningamálum kunnu ikki verða tiknar uttan fundarsamtykt.

§ 22. Stjórnarval
Stjórnin verður vald á tann hátt, at 2 og 3 limir ganga út annað hvørt ár, fyrstu ferð við lutakasti. Nýggja stjórnin tekur við tá aðalfundurin er at enda komin.

§ 23.
Roknskapargrannskoðarar og møguligir álitismenn vera valdir á aðalfundi við vanligari meiluta atkvøðu.

§ 24. Ársaðalfundur
Aðalfundur verður hildin umleið februar á hvørjum ári. Hann verður boðaður í útvarpinum.

§ 25. Skrá á aðalfundi
Føst mál á aðalfundarskránni eru:

1. Frágreiðing frá farna árinum
2. Roknskapur til góðkenningar
3. Lønarásetan fyri álitisstørv
Lønirnar verða prístalsviðgjørdar
4. Val av stjórn
5. Val av einum grannskoðara, sum skal verða skrásettur grannskoðari.
6. Ymist.

§ 26.
Aðalfundurin kann við fundarsamtykt verða slitin fyri at halda fram seinri.

§ 27.
Aðalfundurin er gildugur, tá ið 3 stjórnarlimir og 8 felagslimir eru møttir. Eru ov fáir limir møttir, skal lýst verða til nýggjan aðalfund á sama hátt sum í § 25.
Hesin fundur hevur í øllum førum fullan avgerðarrætt. Aðalfundurin hevur rætt til at taka burtur, broyta og seta nýggjar lógir.

§ 28.
Uppskot til lógarbroyting mugu verða innkomin í januar.

§ 29. Eykaaðalfundur
Eykaaðalfundur fylgir somu reglum sum aðalfundur, tó kann hann verða boðaður við styttri tíð, men tá skulu limirnir, ið møttir eru, samtykkja vald hansara. – Eykaaðalfundur kann broyta lóg.

§ 30. Vanligur fundur
Felagsfundur til umrøðu av ymiskum spurningum skal verða hildin, tá ið stjórnin heldur tað verða neyðugt. Um limirnir tvørturímóti stjórnini halda tað vera neyðugt at hava fund, kann stjórnin ikki sýta, um skrivlig áheitan kemur undirskrivað av í minsta lagi 10 limum. Somu reglur galda viðvíkjandi eykaaðalfundi.

§ 31.
Formaðurin setir fundir, síðani velur fundurin orðstýrara. Áðrenn farið verður undir sjálvt fundarevnið, skal skrivarin úr fundarbókini lesa upp tað, sum fram er farið frá og við seinasta felagsfundi.

§ 32.
Vanligur fundur hevur avgerðarrætt í øllum málum, sum ikki serstakliga eru løgd undir aðalfund ella eykaaðalfund. Fundargongdin er vanlig eftir teirri skrá, sum kunngjørt er í fundarlýsingini.

§ 33.
Vanligur felagsfundur kann verða boðaður sama dag, sum hann verður hildin um kvøldið. Er tíðin knøpp, verður lýst við gøtuuppsløgum og uppsløgum á arbeiðsplássinum.

§ 34.
Á vanligum fundum ræður meirilutin í øllum avgerðum.

§ 35. Uppskot á fundum
Uppskot, sum kom a fram á fundum, vanligum fundum, aðal- og eykaaðalfundum, skulu verða skrivað og bókførd. Eru broytingaruppskot, verða tey fyrst sett undir atkvøðu, hvørt fyri seg, soleiðis at tað ið flestar atkvøður fær, verður roknað sum samtykt. Um fundurin ynskir tað, kann atkvøðugreiðslan vera skrivlig.

§ 36. Limagjald
Allir limir gjalda 2% av lønini í limagjaldi, harav verða goldin 0,5% til Føroya Handverkarafelag.
Limur, sum ikki hevur goldið limagjald í eitt ár, verður strikaður, tó kann viðkomandi gerast limur aftur uttan innlimingargjald.
Heitt verður á Handverksmeistarar um at flyta til eina og hvørja tíð ásett limagjald til felagið tá lønin verður avroknað.

§ 37.
Har, sum fleiri enn 2 limir arbeiða saman, skulu teir kanna sær ein álitismann. Hesin álitismaður skal ansa eftir, at eingi viðurskifti á arbeiðsplássinum stríða móti galdandi lógum og sáttmálum hjá felagnum.

§ 38. Arbeiðsstøðgur – Verkfall
Arbeiðsstøðgur kann vera settur í gildi í einum ella á fleiri arbeiðsplássum, um orsøk er til tess.


§ 39.
Áðrenn arbeiðsstøðgur verður settur í gildi, skal stjórnin gjølla kanna umstøðurnar. Vísa tær seg at vera álvarsamar, kann stjórnin av egnum ávum krevja, at arbeiði verður støðgað uttan ávaring. Tó má verða boðað til eykaaðalfundar viðvíkjandi málinum, áðrenn 24 tímar eru lidnir frá tí, at arbeiðsstøðgur er settur í gildi.

§ 40.
Áðrenn fullkomið verkfall verður sett í gildi, skal skrivlig atkvøða fara fram. Í øllum førum skulu minst 75% av teim møttu limunum greiða atkvøðu, og krevjast 75% av innkomnum atkvøðum at vera fyri verkfalli, um tað skal verða framt.


Skála, hin 21. apríl 1961

Soleiðis broytt á ársaðalfundi 9. mars 1981, 14. mars 1985, 24. februar 1986, á eykaaðalfundi 29. august 1986, á eykaaðalfundi 13. mars 1989, á aðalfundi 18. februar 2000.